Fótbóltsævintýr í Brøndby á skránni

Í unglingafinaluni vóru teir mótstøðumenn, men eftir summarfrítíðina, verða teir báðir, Rókur á Fløtum Jespersen og Rasmus Nolsøe, liðfelagir í danska stórfelagnum Brøndby

Samrøða

Eftir summarfrítíðina fara havnamaðurin, Rókur á Fløtum Jespersen og tvøramaðurin Rasmus Nolsøe, á eitt rættiligt fótbóltsævintýr á danska meistaraliðnum Brøndby. Báðir hava spælt fleiri ungdómslandsdystir, og skulu nú rættiliga royna seg millum danskar javnaldrar.

Í fyrsta umfari verður talan um eina sokallaða royndarsáttmála í tríggjar mánaðir, har Brøndby vil tryggja sær, at føroyingarnir trívast í Danmark. Gon gur alt eftir ætlan, skal rættiligur sáttmálið undirskrivast eftir tríggjar mánaðir. Við síðurnar av fótbóltinum, skulu føroyingarnir eisini ganga á handilsskúla.

Venja undir Tom Køhlert
Bæði Rókur og Rasmus hava fyrr verið og royndarvant í Brøndby, og eftir summarfrítíðina skulu teir venja við unglingaliðnum og einum elituliði. Venjari á elituliðnum er ongin mætari enn Tom Køhlert, sum í vár vann danska meistaraheitið við Brøndby. Tom Køhlert var eisini høvuðsvenjari hjá Brøndby í áttatiárunum, men seinnu árini hevur hann tikið sær av elitumenningin í Brøndby, so lítið er at ivast í, at føroyingarnir koma undir køna hond.