Fótbóltsblaðið í handlarnar

Fótbóltsblaðið hjá Sosialinum er nú at fáa í handlunum. Blaðið viðgerð øll liðini í føroysku 1. deild, og hvørjar møguleikar tey hava undan hesum kappingarárinum. Tað er prentað í litum og kostar 30 krónur

Fótbóltsblaðið hjá Sosialinum,sum nevnist Fótbóltur 2002, kann nú fáast til keyps í handlunum kring landið.
Tað er á stødd við vanliga blaðið, men góðskan á pappírinum er betri, og allar síðurnar eru prentaðar í litum. Blaðið telur 60 blaðsíður, og inniheldur alt um liðini í 1. deild. Nógv er tískil at lesa hjá fótbóltsáhugaðum undan hesum kappingarárinum. Fleiri blaðmenn hava verið saman um at skriva blaðið.
Í blaðnum fæst alt at vita um leikarahópar hjá liðunum, samrøður eru gjørdar við leikarar, venjarar og onnur innan fótbóltin í Føroyum. Eisini eru bakgrundsgreinar og hagtøl. Tú kanst tískil lesa alt um títt lið og fáa eina hilling av, hvussu støðan er.
Umframt at viðgera heimligu kappingina verður hugt fram ímóti árinum hjá landsliðnum í 2002, har føroyska liðið skal spæla ímóti Týsklandi, sum er ein risi í altjóða høpi. Harumframt eru samrøður við ungar leikarar, ið hava royndarvant við feløgum uttanlands.
Tey, sum keypa blaðið, hava møguleika at luttaka í eini kapping, har vinningurin er ein ferð til dystin millum Týskland og Føroyar.
Blaðið er komið á gøtunarnar og kostar bara 30 krónur.