Victor Trejo, sum var ein fótbóltsdómari í einari meksikanskari amatørligu mátti bøta við lívi sínum undir einum fótbóltsdysti, sum var spældur í Tulancingo, í landsllutinum, Hidalgo 120 kilometrar norðanfyri Meksiko bý.
Victor Trejo gav fótbóltsleikaranum, Ruben Rivera Vazquez tað reyða kortið fyri eina grova takkling. Ruben Rivera Vazquez bleiv dansandi óður um hetta, og gjørdi ikki mætari enn at geva Victor Trejo ein skallara. Victor Trejo svímaði, og hjálparfólk komu inn á vøllin at hjálpa honum.
Ruben Rivera Vazquez, sum hevði framt ræðuligu gerðina flýddi av staðnum við einum bili. Løtu seinni var Victor Trejo deyður, og Ruben Rivera Vazquez er nú eftirlýstur fyri morð.
Tað hevur enn ikki eydnast meksikansku løgregluni at handtaka Ruben Rivera Vazquez, men nógv løgreglufólk leita eftir honum, og hava meksikansku myndugleikarnir góðar vónir um at finna Ruben Rivera Vazquez.