Dysturin, sum var í Eysturoyarkappingini í dag ímillum ÍF og Víking, endaði í slíkum roki, at dómarin mátti blása dystin av.
Í kvøld hevur tað ikki eydnast at eina beinleiðis viðmerking ábyrgdarfólkum men onnur, vit hava tosað við, siga, at yvirhøvur var dysturin harður við nógvum bonskum takklingum.
Í hálvleikinum var støðan 1-0 til ÍF, eftir at danski leikarin hjá ÍF, Simon, hevði sett bóltin í málið.
Stutt eftir steðgin varð 2-0, tá ið Clayton skoraði.
Men so kom eldur í av álvara.
Hjá teimum, vit hava tosað við, er semja um, at tað, sum rættiliga festi í fjúsið var, at tá ið Hans Jørgen hjá Víkingi gav Simon hjá ÍF ein ordiligan sendara.
Fuglfirðingar ivaðust ikki í, at talan skuldi verða um beinleiðis reytt kort, men dómarin tók tað gula upp úr lummanum.
Eftir hetta endaðu fleiri spælarar í hornatøkum og tað varð so galið, at dómarin sá sær ongan møguleika uttan at blása dystin av og sostatt endaði hann, tá ið knappur tími var farin, ella ein góðan hálvan tíma áðrenn hann skuldi enda av røttum.
Myndin er úr savninum frá onkrum øðrum dysti ímillum hesi bæði feløgini.