Fríggjadagin 2. november klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2018, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.
Tað eru venjarar, liðskiparar, tíðindsfólk og viðmekrjarar, ið atkvøða. Nú er greitt hvørjar eru tilnevndar til ársins málverji, verjuspælari, miðvallari og áleypari. Hetta eru tær, sum hava fingið flest atkvøður í bókstavarøð.
Tilnevningar til ársins málverji:
Anna S. Hansen, EB/Streymur/Skála
Jóna Nicolajsen, B36
Óluva Joensen, KÍ
Tilnevningar til ársins verjuspælara:
Birita B. Nielsen, B68
Nadja Johannesen, HB
Rakul Magnussen, EB/Streymur/Skála
Tilnevningar til ársins miðvallarar:
Ansy Jakobsen, EB/Streymur/Skála
Birna T. Mikkelsen, EB/Streymur/Skála
Margunn Lindholm, EB/Streymur/Skála
Tilnevningar til ársins áleypari:
Evy á Lakjuni, KÍ
Heidi Sevdal, HB
Milja R. Simonsen, HB
Fótbóltsgalla 2018 verður í Reinsaríinum í Havn, og verður sent beinleiðis á FM1 fríggjakvøldið klokkan 20.