Fótbóltsgalla 2020: Ársins spælarar skulu veljast

Kappingarárið næstan komið at enda, og nú skulu ársins spælarar veljast. Hetta verður gjørt á Fótbóltsgalla 2020. Tiltakið verður mikudagin 9. desembur

Í morgin, Mikukvøldið 9. desembur klokkan 20, verður Fótbóltsgalla 2020, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2020 verður á Hotel Brandan. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.

Afturmeldingarnar hava verið góðar, tí fleiri framstig eru gjørd seinnu árini. Millum annað verða allar atkvøðurnar – uttan tær um ársins dómara – kunngjørdar í Sosialinum Vikuskiftið, sum kemur á gøturnar hósdagin 10. desembur. Í nógvar mátar verður fylgt mannagongdunum, sum FIFA Ballon d’Or brúkti, áðrenn FIFA og France Football aftur fóru hvør til sítt.

Tað hevur til tíðir víst seg at verið torført, at fáa øll tey tilnevndu at møta upp, meðan tað í øðrum førum ikki hevur verið pláss fyri øllum. Í ár er tiltakið eitt sindur avmarkað, orsaka av koronu, men vónandi møta tey tilnevndu upp. 

Heiðarnir til felagsfótbólt er tað sama

Eins og hini árini, so verður talan um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar, og tíggju til kvinnurnar. Fyrst og fremst, so skulu ársins spælarar finnast. Umframt tað, so verður ársins málverji, ársins verjuspælari, ársins miðvallari, ársins áleypari, ársins ungi spælari, ársins dómari og eisini ársins venjari kosin. Afturat hesum, so skal ársins lið eisini setast.

Í bólkinum ársins ungi spælari stendur ein broyting við. Hjá kvinnunum skal ársins ungi spælari hava U19-aldur. Í ár skal eisini veljast árins landsliðsspælari hjá kvinnum. Tað verður valt annaðhvørt ár til menn og kvinnur, tí tað passar við undankappingarnar. Í hesum førinum skal veljast ársins landsliðsspælari fyri EM-undankappingina. 

Ársins lið í 4-4-2 uppstilling

Tað er mangan torført at greiða allar fløkjurnar í samband við ársins lið. Atkvøðurnar, sum verða lætnar til ársins spælarar, eru eisini við til at mynda ársins lið. Tað verða ítróttarskrivararnir hjá Miðlahúsinum, sum seta liðið. Hetta verður gjørt við stórum atliti til, hvussu atkvøtt hevur verið um ársins spælarar.

Í 2013 varð liðið stillað upp í 4-­3-­3 uppstilling. Her vístu fleiri fótbóltsáhugað á, at rættari og lættari hevði verið at sett liðið upp í 4­-4-­2. Hetta gevur millum annað greiðan skilna millum miðvallarar, vengir og áleyparar. Hesum leistinum halda vit fram við. 

Áleypari ella miðvallari?

Ein avbjóðing er at skilja millum hvør er miðvallari og hvør er áleypari. Hetta gjørdi seg millum annað galdandi fyri Lukasz Cieslewicz í 2014. Tá spurdu vit táverandi venjaran hjá honum, fyri at fáa greiðu á tí. Kemur hetta fyri tá atkvøtt verður, verður tað loyst so hvørt ein spælari fær atkvøður í tveimum bólkum.

Sum útgangsstøðið, so telja vengir sum miðvallarar. Tað vil siga, at spælarar sum Jóannes Bjartalíð, Adrian Justinussen, Patrik Johannesen og Árni Frederiksberg verða bólkaðir sum miðvallarar. Í ár verður ein spælari sum Michal Przybylski eisini bólkaður sum miðvallari, meðan Petur Knudsen er fluttur fram til sum áleypari. Heðin Hansen hjá HB hevur eisini spælt fleiri dystir sum miðvallari enn vejuspælari, so tí verður hann bólkaður sum miðvallari.

Hjá kvinnunum hevur verið víst á, at tað er fáar, sum lúka krøvini til áleypara. Málskjúttar sum Heidi Sevdal og Evy á Lakjuni eru bólkaðar sum miðvallarar, men vreður arbeitt við at broyta leistin eitt sindur til 2021. 

Kunngera atkvøðurnar

Fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni, so tók Miðlahúsið stig til, at allar atkvøðurnar blivu almannakunngjørdar eftir tiltakið. Hetta bleiv gjørt fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni. Hetta er púra vanligt, tá FIFA Best Player og Ballon d’Or verður handað til besta spælara í heiminum.

Tó verða atkvøðurnar til ársins dómara ikki kunngjørdar. Hetta er eftir ynski frá spælarum og venjarum, fyri ikki at skapa óneyðugt kjak um dómarar, sum til tíðir kann blíva býttisligt og primitivt. Atkvøðurnar verða kunngjørdar í Sosialinum, sum kemur út hósdagin 10. desembur. 

Velja 1, 2 og 3

Eins og í fjør, verða stig givin fyri hvørja atkvøðu. Nummar eitt fær 5 stig, nummar tvey fær 3, meðan nummar trý fær 1 stig. Síðani verða stigini tald saman. Venjarar og spælarar kunnu ikki at­ kvøða fyri teirra egna liði. 

Finnast skal:

Ársins spælari

Ársins ungi spælari

Ársins málverji

Ársins verjuspælari

Ársins miðvallari

Ársins áleypari

Ársins landsliðsspælari hjá kvinnum

Ársins venjari

Ársins dómari

Ársins lið