Fótbóltskvinnurnar farnar trý pláss upp

Føroyska kvinnulandsliðið er nummar 67 á nýggjasta FIFA-styrkislistanum, og hevur bæði Luxembourg og Malta aftan fyri seg

FÓTBÓLTUR

 

Kvinnulandsliðið í fótbólti hevur eina munandi betri ”ranking” - styrkismeting - enn manslandsliðið, staðfestir nýggjasta dagføringin av FIFA-styrkilistanum.

Har eru føroysku fótbóltskvinnurnar nú nummar 67 av 150 kvinnulandsliðum kring heimin, og samstundis staðfestir styrkilistin, at okkara kvinnur síðani februar eru fluttar trý pláss upp eftir styrkislistanum.

Stuttligt er eisini at síggja, at Føroyar hava tvær av hinum pinkutjóðunum aftan fyri seg, tí Luxembourg er nummar 90 og Malta nummar 99.

 

Sterk norðurlond

Norðurlond eru – sum altíð – sera sterk í kvinnufótbólti, og serliga íslendska kvinnulandsliðið hevur tikið seg nógv fram seinnu árini.

Trý norðurlond eru millum 10 tey bestu í heiminum, tí Svøríki er nummar fýra, Norra nummar seks og Danmark nummar sjey. Síðani eru Finnland nummar 17 og Ísland bert tvey pláss aftanfyri, sum nummar 19.

Skoytast kann uppí, at Bermuda, sum tapti 0-3 ímóti føroyska kvinnulandsliðnum á Oyggjaleikunum í Hetlandi í 2005, er nummar 112 á FIFA-styrkislistanum.

Heimsins sterkasta fótbóltstjóð hjá kvinnum er USA, framman fyri Týskland og Brasil.