Tað verður eingin EM-undankapping hjá føroyska kvinnulandsliðnum á hesum sinni, eftir at liðið í dag tapti 0-1 í evstu løtu ímóti Georgia ? og tí endaði aftast í sínum bólki. Kravið undan dagsins dysti var heilt einfalt, at Føroyar skuldu vinna, samstundis sum Malta ikki tapti, tí so komu Føroyar víðari sum bólkavinnari. Malta kláraði sítt við 1-1 javnleiki ímóti Armenia, meðan føroysku kvinnurnar í evstu løtu taptu fyri Georgia.
Tað var eitt brotsspark langt inn í yvirtíðina, ið elvdi til tapið. Kortini kundi tað fyri so vítt gera tað sama, um tað gjørdist tap ella javnleikur, tí tað einasta, ið taldi, var ein sigur.
Av tí at Armenia samstundis fekk javnt, verður tað Armenia, ið fer víðari í EM-undankappingina sum bólkavinnari við fimm stigum. Malta er næstfremst við fýra stigum, meðan Georgia og Føroyar fingu trý stig. Føroyar endaðu enntá aftast av tapinum í dag.
Føroyska liðið: Randi Wardum ? Paula Mikkelsen, Bára Skaale Klakstein, Ragna Patawary, Sigrið Jacobsen (Margit Magnusdóttir, 92.) ? Heidi Sevdal, Malena Josephsen, Fríðrún Danielsen, Rannvá Andreasen (Rakul Magnussen, 87.) ? Olga Kristina Hansen ? Mona Breckmann