Fótbóltspanel og dystarfrásagnir á Rás2 í dag

Fótbóltspanel verður klokkan 16.10, og sagt verður frá B36-HB og Víkingi-KÍ klokkan 18

Nógv verður gjørt burturúr 8. umfari í effodeildini á Rás2 í dag.

 

Klokkan 16.10 til 16.55 mannar Tróndur Arge eitt fótbóltspanel í Rásarúminum. Klokkan 18 fara Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen at siga frá dystunum: B36 ímóti HB í Havn, og Víkingur ímóti KÍ í Norðragøtu. Fylgt verður við, og uppdaterað verður frá gongdini í dystunum AB-Skála á Argjum, og B68-ÍF á Toftum.

 

Til ber at lurta á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.