Í Fótbóltspanelinum, sum er ein partur av Sportboxini á FM1, var Andrew av Fløtum gestur. Fyrrverandi 10 arin hjá HB gleðist um spenningin í føroysku landskappingini.
Hoyr Fótbóltspanelið við at trýsta á pílin undir myndini
Í sendingini tosar Andrew av Fløtum um landskappingina higartil, metir um komandi umfar og tosar um Champions League finaluna. Løgið nokk, so tippar Andrew av Fløtum at bæði HB og Liverpool vinna sínar dystir – men hann heldur nú eisini við teimum!
Betri deildin 12. umfar:
Leygardagin:
NSÍ-TB (16.00)
Sunnudagin:
Víkingur-Skála (15.00) Beinleiðis á FM1
HB-EB/Streymur: (15.00) Beinleiðis á FM1
ÍF-B36: (15.00)
KÍ-AB: (15.30)