Fótbóltssamstarvið í Suðuroynni er liðugt og søga

- Tíverri var onki at gera, sigur Julius Vest Joensen, eftir endaligan fund millum partarnar.

Í kvøld hava nevndarumboð fyri fótbóltfeløgini TB, Royn og FC Suðuroy verið á fundi, har endalig greiða skuldi fáast á, um grundarlag  var fyri at halda fram við samstarvi um eitt felagslið í Suðuroynni.

 

 

Fundurin er júst liðugur.

 

 

- Tíverri var onki at gera, sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy.

 

 

- Umboð úr TB høvdu eina aðalfundarsamtykt at halda seg til, ið sigur, at spælast skal bara á Tvøroyri, og   varð okkara ynski um eitt felag ella felagslið, og felags stuðlar, og so framvegis, ikki gingið á møti. Har var bara onki at koma eftir, og so er tíverri ikki meira at gera, staðfestir Julius Vest Joensen.

 

 

- Teir høvdu aðalfundarsamtyktina at halda seg til, og tað var tað, og harvið er samstarvið nú søga, sigur formaðurin í FC Suðuroy.

 

 

- Nú fara gomlu feløgini so hvør til sítt, og fara at fyrireika seg til komandi kappingarár, sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy, ið harvið staðfestir, at felagsliðið TB/FC Suðuroy/Royn, eisini rópt Suðringar, nú er søga.