Fótbóltsskúli í Marghøllini

Fótbóltsskúlin hjá FC Suðuroy og FSF byrjar fríggjadagin.

Fótbóltsskúlin hjá FC Suðuroy og FSF byrjar fríggjadagin og øll skulu møta í Marghøllini fríggjadagin kl. 12.30.

 

 

Fríggjadagin verður fótbóltsskúlin inntil kl. 17.00. Leygardagin er fótbóltsskúlin frá kl. 9.00 til kl. 15.00.

 

 

Umleið 60 børn hava teknað seg til fótbóltsskúlan og skulu hesi møta í venjingarbúna í Marghøllini fríggjadagin kl. 12.30.

 

 

Fótbóltsskúlin er fyri børn í aldurinum 6 til 14 ár (fødd í 2004 til og við 2012). Umframt luttøkubræv fáa børnini eisini mat, frukt, bólt, og T-shirt, veit sudurras.fo at siga.