Fótbóltsskúli á Tvøroyri

Aftur í ár skipar TB fyri fótbóltsskúla fyri tey ungu í felagnum. Hetta er annað árið á rað, at TB tekur stig til ein fótbóltsskúla fyri limirnar í felagnum. Umleið 110 børn hava boðað frá luttøku til fótbóltsskúlan í ár, og tað er fult teknað.
Byrjað verður nú mikumorgunin klokkan 9 á vøllinum á Sevmýri. Fótbóltsskúlin er fyriskipaður á Sevmýri, og fyri geva børnunum so góðar karmar sum gjørligt, verður vøllurin í Hvalba eisini nýttur.
Eins og í fjør er tað danin og fyrrverandi TB-venjarin, Svend Petersen, sum er leiðari á skúlanum. Úr TB siga tey, seg fegnast um stóru undirtøkuna, og heita á øll at møta stundisliga klokkan níggju mikumorgunin.