Í tí nógva kavanum fyrr í mánaðinum skrædnaði fótbóltsvøllurin í Vági, tá farið var at rudda kavan av honum við einari gravmaskinu. Tað bar so á, at ein av tonnunum á skuffuni á gravmaskinuni kom føst í vøllin og skræddi eitt petti av vøllinum omanav.
Fótbóltsdeildin hjá VB sigur, at væl ber til at umvæla óhappi, og eingin vandi er fyri, at vøllurin ikki verður klárur tá landskappingin byrjar.