Fótbóltur ?99 komið út

Fótbóltur: Stóra fótbóltsblaðið hjá Sosialinum kemur á gøtuna í dag. Við blaðnum fylgir eisini ein fløga við Prix Føroyar vinnarunum Taxi

Í sambandi við, at 1. deild í fótbólti byrjar sunnudagin, gevur Sosialurin út eitt serblað, ið vit hava nevnt »Fótbóltur ?99«.

Blaðið er í litum og er 48 síður til støddar.

Í blaðnum kanst tú lesa um tey tíggju liðini í 1. deild, umframt at okkurt eyka verður gjørt burtur hvørjum av liðunum.

Spælarar frá øllum liðunum geva síni boð uppá, hvussu teir rokna við kappingin fer at ganga, og samrøður eru við dómarar, spælarar o.s.fr.

Føroyska landsliðið hevur eitt spennandi ár fyri framman, og fær hetta sjálvsagt eisini umrøðu í blaðnum.

Ivan Eginsson Moskalenko hevur staðið fyri hagtalspartinum av blaðnum og hevur savnað inn upplýsingar um allar spælarahóparnar við føðingardøgum o.ø.

Eisini verður nortið við 2. deild hjá monnum og 1. deild hjá kvinnum, men vit hava fyrst og fremst valt at brúka kreftirnar uppá 1. deild hjá monnum, sum er kappingin, ið hevur størst áhuga millum føroyingar.

Dómararnir sleppa eisini upp í part. Vit hava prátað við ein dómara, sum greiðir frá støðuni, dómarar eru í, og hvussu teir fyrireika seg til kappingarárið.


Taxi fylgir við

Sum nakað heilt nýtt í føroyskum blaðhøpi fylgir ein tónleikafløga eisini við blaðnum.

Tað eru Prix Føroyar vinnararnir Taxi, ið man teljast millum best umtóktu tónleikabólkar í landinum, sum við hesum geva sína fyrstu fløgu út. Fýra løg eru við á fløguni, har av vit kenna fleiri aftur frá Prix Føroyar kappingini herfyri.

Tað er 3?arin í SMS, sum stendur fyri fløguni, og 3?arin letur eisini vinningar til tveir av teimum gløggastu lesarunum.

Megnar tú at svara rætt uppá teir tíggju spurningarnar í blaðnum (teir snúgva seg um føroyskan fótbólt), kanst tú vinna eitt myndatól ella eitt damu- og eitt harraur ? alt frá 3?aranum í SMS.


Lesnaður til fleiri dagar

Fótbóltskappingin í ár sær út til at gerast sera spennandi. Fleiri nýggir útlendskir spælarar eru komnir til landið (mynd er av teimum øllum í blaðnum), og fleiri lið ætla sær at gera seg galdandi í ár.

Við blaðnum »Fótbóltur ?99« fært tú meira at vita um hesi liðini, og her er lesnaður til fleiri dagar. Og so kanst tú hoyra góðan tónleik afturvið.

Blaðið við fløguni kemur í sølubúðirnar í dag, og tað kostar einans 39,50 kr.