Tað er framvegis spenningur um hvør fer at vinna FM-heitið í fótbólti í ár. KÍ, sum framhaldandi hevur bestu kortini á hondini, snávaði sunnudagin, tá teir taptu 2-0 fyri B36 í Havn, men tá GÍ samstundis vant burtur úr grannunum í Fuglafirði, er meira spenningur komin í kappingina, tí sum støðan er nú kunnu øll trý liðini røkka heitinum. KÍ, GÍ og B36. Og avgerðin fellur ikki fyrr enn næsta leygardag, tá seinasta umfar verður leikt.
Støðan er nevniliga tann, at KÍ fær vitjan av ÍF, so á pappírinum sær tað út til, at teir hava ein lættan dyst. Men her skal havast í huga, at ÍF hevur ein vissan likamslut í vatnskorpuni, og tí fara teir uttan iva at berjast sum úlvur á skóg fyri framhaldandi lívi í fyrstu deild. ÍF er bert tvey stig frammanfyri Sumba, og tað merkir, at um sumbingar vinna á VB í Vági næsta leygardag, og ÍF tapir, so fara fuglfirðingar beinleiðis niður, meðan sumbingar annað árið á rað skulu út í »kvalifikatiónsdyst« móti LÍF.
Gí fær vitjan av B68 og kann, um KÍ tapir í Klaksvík, vinna FM-heitið við at vinna á toftamonnum. Hetta fer uttan iva at gera sítt til, at gøtumenn fara at leggja doyðin á at »trína« toftamenn. Harafturímóti hevur B68 bara heiðurin at spæla fyri. Teir kunnu røkka sætta plássinum, men hinvegin hendir einki.
B36 skal inn til Runavíkar at hitta NSÍ, og er tí tað av teimum trimum liðunum í oddinum, sum á pappírinum, hevur tann torførasta dystin. NSÍ hevur staðið seg nógv verri í ár enn væntað, men teir eru góðir á heimavølli, og verða tí torførir at basa. Skal B36 gera sær vónir um triðjaplássi, so skulu teir vinna dystin móti NSÍ. Og sum sagt, so kann B36 eisini vinna FM-heitið við at vinna dystin í Runavík. Treytin er bara, at KÍ og GÍ tapa sínar dystir.