At avgerandi landsdystir verða spældir í 3.600 metra hædd, sum tann millum Bolivia og Brasil sunnudagin, hevur verið ein umstríddur spurningur í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, sum fyri tveimum árum síðani setti forboð fyri, at undankappingardystir skuldu spælast á vallum hægri enn 2.750 metrar. Men fleiri av andisku londunum mótmæltu og forboðið var tikið burtur aftur í fjør.