Fótbóltur kann elva til heilaskaðar

Fótbóltur: Ein amerikansk kanning vísir, at fótbóltsspælarar eru rættiliga útsettir fyri at fáa heilaskaðar

Nakrir amerikanskir granskarar eru nú komnir framá, at fótbóltur kann elva til heilaskaðar. Nú eru amerikanarar ikki mest kendir fyri at vera áhugaðir í fótbólti ? fótbólti, sum vit kenna hann her í Europa ? men kortini má niðurstøðan hjá hesum granskarunum sigast at vera rættiliga áhugaverd.

Kanningin stóð í blaðnum »Neurology« herfyri, og har skrivar professarin Barry Jordan millum annað, at heilaskaðarnir koma, tá spælarar skalla ella av óvart renna saman og smekka høvdini í.

Granskararnir hava kannað 53 hollendskar fótbóltsspælarar, og tað vísti seg, at 45 prosent av hesum høvdu fingið størri ella minni heilaskaðar av sínum ítrótti. Tekinini um heilaskaðar hjá hesum spælarunum vóru millum annað, at teir ikki mintust so væl, og evnini til at tilrættisleggja vóru eisini versnað.

Sum sagt koma skaðarnir fyrst og fremst av, at spælarar skalla bóltin, og granskararnir vísa á, at tað serliga eru verjuspælarar og álopsspælarar, sum eru útsettir, tí hesir eru meira við í høvuðspælinum enn teir á miðvøllinum og málmenninir.

Longu í 1990 vísti norski læknin Alf Thorvald Tysvær á, at fótbóltur kann elva til heilaskaðar. Í eini kanning, sum hann gjørdi tá, kom fram, at ein triðingur av norskum spælarum hava heilasvinn.