Beinleiðis frásøgnin frá dystarbyrjan klokkan 19.00:
B68-Víkingur
Á Svangaskarði er lágættarlotið vaksið eitt sindur stutt undan dystarbyrjan. B68 hevur lotið undan í 1. hálvleiki.
B68 hevur beinanvegin havt trý tøtt hornaspørk, og tí einu ferðina var bólturin á tvørtrænum.
13.
Andreas Lava Olsen hjá Víkingi er farin skaddur av vøllinum. Í hansara stað er komin Bárður Hansen.
20.
0-0
23.
Eftir innlegg úr høgru hjá Víkingi smekkar Hans Jørgen Djurhuus til av brotsteigarmarkinum, og bólturin rakar tvørtræið.
30.
Tað er framvegis málleyst.
35.
Nógvar tættir nærdystir eru, og nú fekk Jóhan Dávur Højgaard í B68 miðverjuni gula kortið.
41.
0-1
Zoltan Bukzegi leggur eftir B68 álop og skjóta vend innfyri úr høgru, og Finnur Justinussen setir bóltin í B68 málið.
45.+1
1-1
Øssur Hansen leggur fríspark innfyri úr vinstru, og við handara stólpa stútar Ndende bóltin í málið.
48.
B68 hevur lagt bragdligari fyri, og Óli Olsen hevur havt góða skotroynd, men bólturin fór omanfyri málið.
71.
1-2
Finnur Justinussen vinnur bóltin av heimaverjuni, sum er ógvuliga lítið avgjørd. Víkingurin fer einsamallur ímóti málverjanum og lyftir bóltin upp um Vlada Filipovic og í tóma málið.
78.
Dagfinn Olsen bríkslar fyri brotssparki til B68, eftir at Jóhan Petur Poulsen varð feldur.
Sølvi Vatnhamar liggur skaddur á vøllinum, og tað tekur sína tíð at fáa brotssparkið avgreitt.
80.
2-2
Øssur Hansen setir brotssparkið í málið.
87.
B68 roynir at leggja trýst á. Teir hava havt fleiri hornaspørk, men einki er komið burturúr.
90.
Dómarin hevur lagt fimm minuttir aftrat.
Liðugt!
2-2
--------------
EB/Streymur-AB
Tað er eitt lítið lot, og tað er AB, sum hevur tað undan.
13.
0-0
Heimaliðið hevur havt meiri tak á tí, uttan at tað tó er vorðið til spælið, sum teir vístu síðsta sunnudag.
30.
Støðan er framvegis 0-0.
35.
0-1: Dion Splidt!
Eftir innkast og innlegg gongur illa hjá EB/Streymi at fáa bóltin burtur. Miðvallarin í vinstru hjá AB, Dion Splidt, fær møguleikan og smekkar til, og bólturin smýgur sær inn í málið aftanfyri Gunnar á Steig.
38.
Dion Splidt hjá AB sær gult.
43.
0-2
Nýggi álopsspælarin hjá AB, stóri norðmaðurin Stig Roar-Søbstad, púra leysur á EB/Streyma hálvuni, og hann var púra tryggur, tá ið hann kom ímóti EB/Streyma málverjanum og legði bóltin í málið.
Hálvleikur.
56.
Støðan er framvegis 0-2. EB/Streymur hevur sett AB undir stórt trýst. Eftir horna hevur Egil á Bø sent bóltin í tvørtræið og upp um, og eftir annað horna hava argjamenn bjargað á strikuni.
Mortan úr Hørg hevur sæð gult fyri at drála.
65.
EB/Streymur hevur spent álopsbogan, og tað hevur borið spentar støður í hinum endanum við sær. Í tí eina førinum bar tað gult kort við sær til Egil á Bø.
82.
Tað tykist sum um, at AB fer at megna at halda tørn um leiðsluna. Heimaliðið tykist hava mist vónina um, at tað skal eydnast at vinna stig burturúr.
88.
0-3
Rasmus Nielsen sneiðir seg leysan í vinstru og smekkar bóltin í málið, og harvið er sensatiónin fullkomin.
AB fer at vinna í Streymnesi!
90.
Dómarin hevur lagt fimm minuttir aftrat.
Liðugt!
AB hevur vunnið 3-0 á útivølli ímóti EB/Streymi.
---------
B68-Víkingur 2-2 (1-1)
0-1: Finnur Justinussen 41.
1-1: Ndende 45.
1-2: Finnur Justinussen 71.
2-2: Øssur Hansen br 80.
Dómari: Dagfinn Olsen
B68: Vlada Filipovic - Poul N. Poulsen (André Olsen, 90.), Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannes Justinussen, Dánjal Pauli Højgaard - Óli Olsen (Jóhan Petur Poulsen, 75.), Ndende, Nenad Stankovic, Øssur Hansen (Debus Danielsen, 84.) - Keita, Jóan Símun Edmundsson
Gult kort: Jóhan Dávur Højgaard, Nenad Stankovic, Vlada Filipovic
Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Atli Gregersen, Niclas Niclasen, Hanus Jacobsen - Andreas Lava Olsen (Bárður Hansen, 13.), Zoltan Bukzegi, Súni Olsen, Sølvi Vatnhamar (Hans Pauli Petersen, 82.), Hans Jørgen Djurhuus (Hjartvardur Hansen, 89.) - Finnur Justinussen
Gult kort: Zoltan Bukzegi
EB/Streymur-AB 0-3 (0-2)
0-1: Dion Splidt 34.
0-2: Stig-Roar Søbstad 45.
0-3: Rasmus Nielsen 89.
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: Gunnar á Steig - Levi Hanssen, Egil á Bø, Dánjal Davidsen, Alex Dos Santos (Leif Niclasen, 79.) - Bárður Olsen (Brian Olsen, 65.), Sorin Anghel, Marni Djurhuus - Gudmund Nielsen (Pætur Dam Jacobsen, 72.), Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: Alex Dos Santos, Egil á Bø, Gudmund Nielsen
AB: Tórður Thomsen - Mortan úr Hørg, Tehe Aristide, Morten Overgaard, Rói Danielsen - Rasmus Nielsen, John Hansen (Jobin Drangastein, 61.), Kenneth Jacobsen, Dion Splidt (Dánial Rói Olsen, 87.) - Nikolaj Eriksen (Tummas Justinussen, 77.), Stig-Roar Søbstad
Gult kort: Dion Splidt, Mortan úr Hørg, Kenneth Jacobsen