Fótbóltur og dansur í Miðvági

Miðvágs Bóltfelag skipar triðja jóladag fyri innandura fótbóltskapping í ítróttarhøllini á Giljanesi. Um kvøldið verður dansur í Bygdarhúsinum

Miðvágs Bóltfelag koyrir fótlbóltarnar á rull triðja jólamorgun klokkan 10.00.
Miðvingar skipa fyri innandura fótbóltskapping fyri lið í øllum aldursbólkum. Kappingin verður leygardagin 27. december, og hon verður bæði fyri gentur og dreingir. Kvinnur og menn.
Tá fótbólturin er liðugur, bjóðar Miðvágs Bóltfelag til dans í bygdarhúsinum í Miðvági. Fyrst til barnadiskotek og síðan til vanliga dans.
Fótboltskappingin er fyri øll, siga tey í MB. Byrjað verður við yngru deildunum klokkan 10.00 leygarmorgunin, og so verður spælt, til liðugt er. Vaksnamannaliðini verða seinast.
Um kvøldið skipar MB fyri dansi í Miðvági. Frá klokkan 19.00 til klokkan 22.00 verður barnadiskotek í Bygdarhúsinum. Og frá klokkan 23.00 spæla ROK til dans.
Fyri at luttaka í fótbóltskappingini er neyðugt við tilmelding. Hon skal vera gjørd í seinasta lagi annan jóladag, tann 26. december, á tlf. 33 32 18 siga tey frá Miðvágs Bóltfelag.