Fótbóltur: Rógvi Jacobsen og Fríða Petersen ársins stjørnuskot

Ungi klaksvíkingurin Rógvi Jacobsen gjørdist ársins stjørnuskot hjá monnunum, meðan Fríða Petersen rakk stjørnuhæddir hjá kvinnum

Eitthvørt fótbóltsár hevur sína nýggju stjørnu og í so máta er hetta árið einki undantak.

Lesararnir hjá Sosialinum hava valt Fríðu Petersen til ársins stjørnuskot hjá kvinnunum, og tað eru ikki bara teir, sum hava fingið eyguni upp fyri einum av føroyameistarunum hjá HB.

Landsliðsvenjarin hjá U-18 kvinnunum hevur eisini fingið eyga á Fríðu og hevur biðið hana koma við til Onglands í næstu viku, tá U-18 kvinnurnar skulu verða við í EM-undankapping.

Sum Føroyameistari er tað sjálvandi vælkomið herðaklapp hjá Fríðu, at vera úttikin, men tað mann eisini vera hugagott hjá Fríðu at vita, at lesararnir hjá Sosialinum halda at júst hon var ársins stjørnuskot í ár.


Ungu KÍ-ararnir á veg fram

Hjá monnunum hildu lesararnir hjá Sosialinum, at ein av ungu meistarunum hjá KÍ skuldi vera tann, sum var besti ungi leikarin, ella rættari ársins stjørnuskot.

Valið fall á Rógva Jacobsen, sum fekk so nógv flestar atkvøður. Hann fekk nærum ein triðing.

Tað er einki yvir at dylja, at Rógvi Jacobsen hevur havt eitt framúr gott ár´. Hann vann steypakappingina við KÍ og hann vann FM-heitið til Klaksvíkar fyri fyrstu ferð í mong harrans ár. Umframt tað fekk Allan Simonsen eisini eyguni upp fyri Rógva Jacobsen, sum varð úttikin til seinasta landsdystin hjá føroyingum í Kekkia.

Í løtuni er Rógvi Jacobsen uttanlands til royndarvenjing. Saman við Heðini á Lakjuni hevur hann verið í Svendborg og í løtuni er hann í Onglandi til royndarvenjing.

Um nakað spyrst burturúr ella um Rógvi Jacobsen verður at finna á KÍ liðnum, verður spennandi at fylgja, men Rógvi kann í fyrsta umfari gleðast um, at hann gjørdist ársins stjørnuskot í ár.