Tað varð talt niður, og tað so at siga brast fyri nevi, tá ið stórsteypadysturin millum KÍ og HB varð spældur týskvøldið 3. mars. Úrslitið var 1-1, og klaksvíkingar vunnu brotssparkskappingina og fóru norður úr høvuðsstaðnum við Stórsteypinum.
Síðani syrgdi korona fyri, at alt varð avlýst. Nú hevur aftur verið talt niður, og í morgin fer bólturin av álvara á rull. Allir fimm dystirnir í bestu deildini vera í morgin, tá ið tað verður fótbóltur í fremstu røð frá klokkan 15 og fram til klokkan 21.
Í dag eru fótbóltslíkindini av teimum fagrastu. Soleiðis verður tað ikki í morgin, tí tá verður vindur og kanska eisini kavaælingar.
DMI sigur, at tað í kvøld verður høgætt, skýggjað loft og í støðum regn og regnælingar. Hitin verður millum 4 og 8 stig. Í nátt verður meiri vindur. Hitin verður millum 0 og 4 stig, og avfallið verður kavaælingur ella kavi.
Í morgin verður vindstyrkin 8 til 13 metrar um sekundið av norðri og í støðum 15 metrar um sekundið. Norðanfyri verður roknað við kavaælingum. Hitin verður 0 til 3 stig.
KÍ – B36: Alex Troleis kl. 17.00
NSÍ – TB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
Skála – ÍF: Rúni Gaardbo kl. 16.00
HB – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
AB – Víkingur: Johan Hendrik Ellefsen kl. 19.00