Fótbólturin hevur fingið fastatøkur á Skála

Fyri fyrstu ferð í meiri enn 60 ára longu føroysku fótbóltssøguni hevur Skála lagt seg á odda í bestu deildini. Orsøkirnar til góðu gongdina eru fleiri, og einki bendir á, at tað skal steðga upp hjá skálamonnum, sum hava fingið áskoðararnar at hoyrast og síggjast meiri á útivølli, enn teir higartil hava gjørt

SPILDURNÝTT ODDALIÐ

Tað verður fótbóltssøga skrivað hvørja ferð eitt umfar í bestu deildini er á skránni. Skála fær ikki afturhald. Eftir trý tey fyrstu umførini vóru teir millum tey ovastu. Eftir fjórða umfarið er Skála einsamalt á odda. B36 er næstfremst, og nú er lagt upp til oddabrak, tá ið B36 hvítusunnuaftan fer at vitja á Skála.
Støðan er spildurnýggj á Skála. Kvinnurnar hava áður vunnið FM, og í hondbóltinum hava tey á Skála staðið seg væl saman við strandingum. Í kappróðri hevur Skálabáturin ofta staðið seg væl, og 5-mannafarið Svanur hevur eisini staðið seg væl. Men nú er tað fótbólturin, sum tað snýr seg um. Tey plaga at vera trúgv at fylgja við sínum liði. Hósdagin vóru skálafólkini væl fleiri, enn tey plagar at vera. Tað vóru ivaleyst fleiri viðhaldsfólk hjá Skála, enn tað vóru viðhaldsfólk hjá B68 á Svangaskarði. Í hvussu so er hoyrdist og sást meiri til skálafólkini.
Bæði venjarin, Johan Nielsen, og spælararnir vísa so staðiliga øllum tosinum um oddastríð og FM aftur. Tað verður aftur og aftur undirstrikað ? og eisini eftir sera sannførandi 4-0 sigurin á Svangaskarði ? at fyrsta uppgávan hjá Skála er at sleppa so mikið langt frá niðurflytingar strikuni, at tað spøkilsið ikki skal kennast sum ein plága, tá ið tað fer at líða meiri út á árið.
Higartil hava avrikini verið sannførandi. Skála hevur tíggju stig, og nú eru teir bara tvey frá teimum tólv stigunum, sum í fjør góvu teimum níggjunda plássið. VB endaði á áttanda plássinum við sekstan stigum, og í løtuni er sannlíkt, at Skála fer at verða fyrsta liðið, ið fer at røkka hesum stigatalinum í ár.
Hvussu ber tað til, at Skála, sum inntil fyrsta umfarið varð lagt afturum flaggdagin, varð roknað millum evnini at flyta niður, nú blomstrar. Soleiðis verður spurt.
Spælararnir siga, at ein av orsøkunum er, at teir hava so góðan venjara, sum hevur fingið teir at arbeiða saman sum ein eind. Og venjarin rósar spælarunum:
- Teir hava lært nógv av at hava roynt seg í bestu deildini tvey tey seinastu árini. Sjálvsálitið er økt, og tá ið teir tora at spæla, og tað eydnast, sum teir taka sær fyri, so verður sjálvsálitið uppaftur størri, og so gongur tað aftur betri, sigur Johan Nielsen.
Tað tykist ikki at vera vandi fyri manningartroti fyrstu vikurnar. Tríggir kvalifiseraðir 1. deildar spælarar vórðu skiftir inn sunnudagin, og harafturat eiga teir ein ungan málverja, sum pressar íslendingin millum stólparnar, og so eru tað aðrir, ið væl kunnu brúkast á besta liðnum.

Útlendingarnir nógv at siga
Hósdagin var Meinhardt Dalbúð, sum nú er hjálparvenjari hjá B68, eygnavitni til stórsigurin hjá Skála. Meinhardt var í nøkur ár fyrrapartin av níti árunum venjari á Skála, sum tá stríddist fyri at vinna sær fast pláss í 2. deild. Meinhardt heldur, at liðið hjá Skála sær spennandi út.
- Har eru fleiri ungir og evnaríkir spælarar, sum eru svangir eftir at vinna. Tað er í sær sjálvum motiverandi, og fyritreytirnar verða uppaftur betri, tá ið teir hava spælt saman í fleiri ár og harvið kenna hvønn annan rættuliga væl.
Meinhardt Dalbúð var toppskjútti, tá ið ÍF í 1979 fyri fyrstu ferð og púra óvæntað vann FM heitið. ÍF var fyrsta meistaraliðið í Eysturoy yvirhøvur. Meinhardt sær onkrar paralellir millum ÍF í 1979 og Skála liðið, sum nú er oddalið.
- Eg legði til merkis, at teir hava fleiri rættuliga góðar útlendskar spælarar á liðnum. Eg hugsi um Dusan Jaic í miðverjuni, Iulian Florescu í vinstru og ikki minst um Nenad Stankovic, sum er ein fínur miðvallarspælari.
Meinhardt minnist aftur á, hvussu stóran týdning tað hevði fyri ÍF í 1979, at teir høvdu ein góðan útlendskan spælara á liðnum.
- David jones var ein fínur álopsspælari. Hann gjørdi mun, og hann lyfti okkum upp. Vit gjørdu alt fyri at røkka støðinum hjá honum, og tað kom okkum øllum til góða. Eg haldi, at útlendingarnir á Skála hava gott árin á yngru menninar. Onkrir teirra eru mentir rættuliga nógv síðsta árið, og tað verður spennandi at fylgja við í, hvussu tað fer at roynast hjá teimum, heldur Meinhardt Dalbúð, sum samstundis undirstrikar, at enn er tað ov tíðliga at siga so nógv um, hvussu tað fer at roynast hjá Skála í FM kappingini.
- Men vit hava fleiri dømi um, at tað hevur hilnast heilt væl hjá feløgum, sum ongantíð áður hava vunnið FM. Umframt ÍF eru GÍ og B68 dømi um hetta, og vit minnast, hvussu tað gekk hjá B71 í 1989, og hvussu tað hilnaðist hjá VB í 2000, heldur Meinhardt Dalbúð.