Fótbólturin hongur í leysari luft

Franska landsliðið er nú á veg henda vegin, og tað verður vónað, at teir kunnu lenda klokkan 12 Stóri fótbóltslandsdysturin, sum skal vera seinnapartin, hongur framvegis í leysum lofti. Franska ferðalagið er ikki komið til Føroya enn, og um líkindini ikki verða betri, enn tey hava verið fyrr í morgun, so sær einki serligt út.

Leiguflogfarið hjá Malmø Aveation var yvir vøllinum inntil klokkan gott níggju í gjárkvøldið. Tá varð kósin sett ímóti Bergen, har flogfarið hevur staðið í nátt.

Ætlanin var, at tað skuldi lenda í Vágum klokkan ellivu í morgun, men tað hevur verið tjúkt í Vágum. Flogfarið skuldi fara úr Bergen nú klokkan trý korter til ellivu. Tað verður yvir vøllinum á middegi. Um tað tá eydnast at lenda, verður dysturin spældur til ásettu tíðina seinnapartin.

Tað er framvegis so mikið svart í Vágum, at eingin flogferðsla hevur verið fyrrapartin. Seint í gjárkvøldið skuldu trý flogfør hjá Atlantic Airways lenda, men tað eydnaðist bara einum at seta seg. Annað av hinum stendur á Egilsstøðum, og hitt er í Bergen.