Fútin kært til ríkisákæran

Ákærurnar frá Jógvan Pálli Lassen móti fútanum í Degi og Viku týskvøldið vóru so mikið ógvusligar, at fútin hevur gjørt av at senda ríkisákæranum málið

? Skuldsetingarnar, Jógvan Páll Lassen førdi fram móti mær í Degi og Viku týskvøldið, vóru so mikið grovar, at eg havi avgjørt at senda málið til ríksákæran.

Mogens Nepper Christensen, fúti, vísir øllum skuldsetingunum frá sær og sigur seg vera bilsnan av, at Jógvan Páll skal koma við so grovum skuldsetingum móti sær og løgregluni annars.

? Eg haldi, at skuldsetingarnar vóru so mikið grovar, at tað ikki ber til at lata tær fara aftur við borðinum. Tí sat eg mikudagin saman við ørðum og hugdi at brotinum við Jógvani Páll Lassen í Degi og Viku fleiri ferðir. Vit avgjørdu at umseta tað til danskt og senda ríkisákæranum málið.


Altíð sent víðari

Mogens Nepper Christensen sigur tað vera heilt vanliga mannagongd, at slíkar skuldsetingar verða sendar víðari. Tað er jú landfútin í Føroyum, ið stendur fyri skotum, og tí má hægri myndugleiki viðgerða málið, og taka støðu til, um skuldsetingarnar eru grundaðar ella ikki.

Sambært fútanum, er als einki hald í nøkrum av skuldsetingunum. Hann vísir á, at tað ikki er satt, tá Jógvan Páll Lassen sigur, at hóast hann hevur verið skuldsettur í skipamálinum í fimm ár einki hevur frætt frá myndugleikunum um málið.

? Jógvan Páll Lassen hevur ein sakførara, og er hesin kunnaður í málinum, sigur fútin og leggur afturat, at tað ikki er hansara borð, um Jógvan Páll tosar við sakføraran ella ikki.


Viðbøtur vanligar

Jógvan Páll Lassen vísti millum annað í sjónvarpsstovuni týskvøldið á, at kanningarnar viðvíkjandi skipamálinum vóru fín forrætning hjá løgregluni. Hann greiddi frá, at onkur í donsku løgreglumanningini fekk heilar 10.000 krónur um mánaðin í viðbót fyri at gera kanningararbeiðið.

Hetta heldur fútin vera púra tómar skuldsetingar. Hann vísir á, at slík viðbót er púra vanlig fyri manningarnar hjá ferðaliðum løgreglunnar. Hann vísir á, at donsku løgreglufólkini sjálvsagt skulu hava mat í munnin og tak yvir høvdið, tá tey eru í Føroyum og kanna ávíst mál, og í sama viðfangi nevndi hann eisini, at var talan um eitt ferðalið, ið fór úr Keypmannahavn til t.d. Aalborg at gera kanningar, hevði sama viðbót verið latin.

Fútin heldur tað vera ógvuliga ótespiligt at fáa skotið í skógvarnar, at hon hevur gjørt kanningarnar fyri at fáa fíggjarligan vinning. Hann vísir á, at í Føroyum er, tá slík mál eru frammi, tørvur á serkunnleika, og tað var hesin serkunnleiki, ið var í Føroyum fyri fimm árum síðani og gjørdi sítt kanningararbeiði til lítar.


Tilfarið fult í villum

Í Degi og Viku vísti Jógvan Páll Lassen eisini á, at tilfarið, løgreglan legði fram í málinum fyri fimm árum síðani, var fult í villum. Tískil staðfesti hann, at løgreglan antin bar seg tápuliga at ella var nakað verri galið.

Hetta heldur fútin vera ógvuliga grovar skuldsetingar, og vísir hann staðiliga aftur, at løgreglan ikki hevur røkt sínar skyldur.

Eisini segði Jógvan Páll, fútin misbrúkti sínar heimildir í málinum. Hann segði, at hann ikki visti, hví hann var skuldsettur. Men hann segði seg hava reina samvitsku, tí ákærurnar eru ógrundaðar. Hann segði málið vera fútans skomm, tí fútin hevur nevniliga, eftir hansara tykki, sett nakað í verk, sum hann ikki hevur tamarhald á. Jógvan Páll segði, at tá fútin setti húsarannsóknina í verk fyri at fáa tilfar um Skálafjallsmálið, gjørdi hann sær í hesum sambandi dælt at rannsóknini og fekk sær fatur á tilfari, ið hann síðani nýtti í skuldsetingum móti øðrum.

Hesar skuldsetingar heldur fútin vera heilt burturvið.


Gongur ov seint

Fútin er samdur við Poul Mohr, Jógvani Páll Lassen og øðrum í, at tað skipamálið koyrir ov seint. Men hann vísir á, at ríkisákærin hevur tikið støðu til, at málið um Hádegisklett og Stígarklett skal bíða eftir tí sokallaða Svendborg málinum, ið líkist nógv hesum ávísa máli, og tí er fútin úti úr spælinum. Hann hevur rætt og slætt einki at gera við málið longur.

Nær úrskurður verður gjørdur í Svendborg málinum veit fútin ikki at siga.