Fuglfirðingar vóru millum teir fyrstu, sum fóru undir nýggja kappingarárið. Tað gjørdu teir síðsta sunnudag, tá teir við at vinna sannførandi á 3. deildarliðnum hjá AB spældu seg víðari úr fyrsta innleiðandi umfarinum í kappingini um løgmanssteypið.
ÍF skal nú í vikuskiftinum spæla á útivølli móti Royn. Takið hjá fuglfirðingum er at spæla seg í bólkaumfarið, tí har verður mótstøðan væl størri, enn hon annars fer at verða í venjingardystum móti øðrum liðum. At mótstøðan í venjingardystunum er nóg góð hevur stóran týdning hjá ÍF, sum ætlar sær at vera við í kappingini um besta plássið í 2. deild.
Hugaligir
Í bólkaumfarinum í kappingini um løgmanssteypið, sum tað verður farið undir annan sunnudag, eru tey tíggju liðini í 1. deild sjálvskrivað. Fuglfirðingar halda, at teir áttu at verið millum tíggju tey bestu liðini í Føroyum, men tað eru teir ikki í løtuni. Tá KÍ vann FM heitið í síðsta umfarinum í fjør, fingu fuglfirðingar at vita, at tíðarskeiðið hjá teimum í bestu deildini var liðugt fyri hesa ferð.
Í heyst sá tað út til, at hesa ferð skuldi steðgurin hjá ÍF í næstbestu deildini vera longri, enn hann fleiri ferðir áður hevur verið. Fleiri spælarar boðaðu frá, at teir fóru at flyta til onnur feløg, og onkrir góvust at spæla.
Men eftir at Petur Mohr er komin at standa fyri venjingini, hevur áhugin verið alsamt vaksandi, og vit frætta úr Fuglafirði, at tað er ikki óvanligt, at tað eru einir 25?30 spælarar og venja. Fleiri av spælarunum, sum ætlaðu at sær at fara aðra staðni, eru framvegis í felagnum, og tað man ikki vera óhugsandi, at ÍF aftur komandi ár verður í 1. deild.
Meiri miðvísir
Týskvøldið hevði ÍF ársaðalfund. Á skránni var m.a. nevndarval. Nývald í starvsnevndini er Andrea Lervig. Hinir nevndarlimirnir eru Roy Róin, sum hevur verið formaður, Jón Nolsøe Olsen, Símun Fornagarð og Unn R. Petersen. Nýggja starvsnevndin hevur ikki skipað seg enn. Í fótbóltsnevndini var Sonni Jensen nývaldur. Umframt hann eru í nevndini Sigfríður Abrahamsen og Hildigarð Eliasen.
Á fundinum varð tosað nógv um, hvussu úrslitini hjá besta liðnum komandi árini kunnu gerast meiri støðug, enn tey hava verið. Tveir møguleikar vórðu nevndir. Annar er, at felagið fer at kappast við onnur feløg um føroysku spælararnar og fer út um landoddarnar eftir spælarum, og hin var, at felagið miðvíst fer at styrkja um ungdómsarbeiðið, soleiðis at líkindini gerast betri fyri, at bulurin á einum framtíðar1. deildarliði verður mannaður av fuglfirðingum.
Í fjør varð roynt at styrkja um ungdómsarbeiðið. Semja tykist vera um, at tað skal haldast fram við hesum arbeiðnum. Ein av uppgávunum hjá nevndunum verður at stinga út í kortið fyri nøkur ár fram í tíðina, og at fáa fleiri fólk uppí, sum vilja og eru før fyri at taka ábyrgd í praktiskum uppgávum.
At tað verður arbeitt við hesum vil ikki siga tað sama sum, at eingir fremmandir spælarar komandi árini fara at verða á liðnum hjá ÍF ? um tað verður í 1. ella í 2. deild ? men tað vil heldur siga, at málið er, at liðið skal gerast meiri støðugt og harvið minni tengt at, um hjálp fer at fáast aðra staðni frá ella ikki.
ÍF hevur oftast havt eitt hampuliga gott unglingalið, men tey seinnu árini hava ikki so nógvir nýggir spælarar fingið møguleikan á besta liðnum. Í fjør komu onkrir framat, og longu í fyrsta dystinum í ár vóru onkrir nýggir spælarar við í hópinum.