ÍF trý stig í Klaksvík

Munurin var einki serliga stórur, tá ið uppflytararnir í ÍF seinnapartin vitjaðu KÍ, sum sambært støðutalvuna er á veg niður í triði bestu deildina.

ÍF vann 3-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2-0. Bæði málini í 1. hálvleiki skoraði Atli Petersen, sum mannaði ÍF álopið saman við Bartal Eliasen. Fyrra málið skoraði hann eftir horna í 10. minutti, og seinna málið skoraði Atli í 23. minutti.

Otto Jacobsen minkaði um munin, tá ið 2. hálvleikur var fimm minuttir gamalur. Miðskeiðis í 2. hálvleiki staðfesti verjuspælarin Áki Petersen 3-1 ÍF sigurin, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.