ÍF er framvegis í hølunum á FSV04 í kappingini um næstfremsta plássið í 1. deild hjá monnum.
Í kvøld vunnu fuglfirðingar 2-0 í Runavík. Støðan var 2-0, longu tá ið eitt korter var farið. Í báðum førunum Bartal Eliasen, sum við høvdinum sendi bóltin í NSÍ-málið.
Eftir at trý tey fremstu liðini í 1. deild hava spælt 18 dystir, hevur B68 52 stig, FSV04 39 stig og ÍF 37 stig.