Seinnapartin hevur ÍF kynt uppundir gott lag á Varmakeldustevnuni, sum í dag er í Fuglafirði. ÍF hevur vunnið 4-1 á TB, eftir at støðan í hálvleikinum var 3-0.
Høgni Zachariasen setti hol á eftir eitt korter, og Frank Poulsen økti um leiðsluna tveir minuttir seinni. Í síðsta minuttinum undan hvíldini økti Nenad Saric til 3-0.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki minkaði Jón Tórður Holm um munin við brotssparki, og eitt korter undan leikloki staðfesti Nenad Saric 4-1 heimasigurin.