Kappingin hjá meistaradeild kvinnum tykist javnari í ár enn nakrantíð áður. Øll liðini vinna sett í hvørjum dysti, og øll liðini kunnu taka stig frá øllum. Hetta vísir fyribils gongdin í meistaradeildini hjá kvinnum.
Hetta vikuskiftið háttaði seg tó soleiðis, at ÍF, sum var uttan sigur áðrenn vikuskiftið, nú er oddalið í bestu kvinnudeildini. Saman við TB hava tær lagt seg heilt fram í oddin, men munurin á liðunum er so lítil, at um antin KÍF, SÍ ella Dráttur vinna tann dystin, sum tær hava færri enn ÍF og TB, so eru tær eisini javnar í stigum við oddaliðini.
Einasta liðið, sum enn ikki er komið á stigatalvuna, er Mjølnir. Tær hava myndað oddin í kvinnudeildini í nógv ár, men í ár eru fleiri ungar komnar aftur at hópinum. Hesar skulu spælast inn á liðið, og tí skal nakað av tíð til, áðrenn Mjølnir fer at blanda seg í oddin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Gott vikuskiftið hjá ÍF
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
ÍF hevði eitt sera gott vikuskiftið. Tær spældu tveir dystir og vunnu báðar rættiliga trygt. Fyrri dysturin var ímóti Mjølni á Kambsdali, og her fekk ÍF eina góða byrjan. Fyrsta settið vunnu tær tepurt 25-23, meðan annað sett gjørdist nakað tryggari. Her vunnu tær 25-20. Í triðja setti kom Mjølnir tó betur við í dystin, og eftir at liðini høvdu fylgst at stóran partin av settinum, so megnaði Mjølnir at vinna 23-25.
Hetta setti ÍF undir eitt ávíst trýst. Mjølnir hevði fingið trúnna uppá, at tær kundu vinna dystin og stríddust tí væl fyri møguleikanum. Fjórða sett bleiv líka sum triðja sett. Liðini vóru at kalla púra jøvn, men at enda fekk ÍF togað seg framvið Mjølni. Hetta settið endaði 26-24, og sostatt hevði ÍF vunnið ein javnan og spennandi dyst 3-1.
Ein annar dystur var eisini á skránni leygardagin, tá KÍF vitjaði á Tvøroyri. Hesi bæði liðini høvdu vunnið teirra fyrsta dyst, og tí var lagt upp til toppdyst í høllini í Trongisvági. Kvinnurnar úr Kollafirði byrjaðu dystin væl, og tær vunnu fyrsta sett 22-25. Men so stóð fullkomiliga stilt hjá KÍF. TB tók yvir dystin, og næstu tvey settini vann TB trygt 25-18 og 25-18. Í fjórða setti var eitt sindur størri spenningur, men enn einaferð var TB drúgvara liðið, og hesaferð vunnu tær 25-21. Sostatt hevði TB vunnið fult stigatal eftir tveir dystir.
Sunnudagin skuldu bæði ÍF og TB aftur í dyst, tá júst hesi bæði liðini møttust á Kambsdali. TB hevði fult stigatal, meðan ÍF var tvey stig aftanfyri eftir teirra sigur á Mjølni leygardagin. Henda dystin var ÍF betra liðið. Fyrsta settið var sera spennandi og javnt, men endaði við einum 25-23 sigri til ÍF. Í øðrum setti vísti ÍF veruligan klassa, tá tær hølvaðu TB av 25-17. Nú stóð illa til hjá TB, men tær hildu fast í vónini í triðja setti. Ilt er at meta um, hvat hendi, men liðini vóru hamskift hetta settið. Nú var túrurin komin til TB at hølva ÍF av. Úrslitið gjørdist 25-15.
Hetta vildu kvinnurnar úr Fuglafirði tó ikki hava sitandi á sær, og tær gjørdu aftur bart í fjórða setti og vunnu 25-15. Sostatt vann ÍF báðar sínar dystir hetta vikuskiftið, og nú hava tær 4 stig á fremstu rók.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Brak í Vágunum
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Síðsti dysturin hetta vikuskiftið var grannadysturin ímillum Drátt og SÍ á Giljanesi sunnudagin. Dráttur hevði vunnið sín fyrsta dyst móti ÍF, meðan SÍ hevði tapt í Kollafirði. SÍ skuldi sostatt royna at koma á stigatalvuna, meðan Dráttur við einum sigri kundi koma á fram á fremsta pláss.
Tað sást týðiliga í fyrsta setti, at bæði liðini vildu vinna, og tey fylgdust væl at kalla alt settið. At enda eydnaðist SÍ at vinna 25-27. Í øðrum setti var munurin væl størri. Aftur var SÍ sterkara liðið. Hesaferð gjørdist úrslitið 19-25. Men so vildi Dráttur eisini spæla við. Triðja settið vunnu kvinnurnar hjá Drátti heili 25-14, og so tóktist dysturin aftur opin. Sørvágskvinnur vildu tó ikki lova Drátti inn aftur í dystin, og tær vunnu fjórða sett 19-25 og fingu harvið sín fyrsta sigur í ár.
Nú hava ÍF og TB spælt ein dyst fleiri enn hini liðini, men mikudagin tekur KÍF ímóti Drátti, meðan Mjølnir vitjar í Sørvági. Aftaná hesar dystirnar fæst enn ein ábending um, hvørji lið kunnu gerast heilt sterk í meistaradeildini hjá kvinnum í ár.