flogbóltur
Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá verandi FM-vinnaranum ÍF. Liðið hevur rótað í botninum, men í seinastu dystinum hava kvinnurnar hjá ÍF skava sær nøkur stig saman, og um tær vunnu á KÍF leygardagin, so komu tær upp á eitt fjórða pláss í meistaradeildini. KÍF hinvegin hevur bert vunnið ein dyst av seinstu fimm dystinum.
Dystin vann ÍF 3-0. Settmunurin var 26-24 25-22 og 25-11. Sum úrslitið vísur, so var serliga fyrsta sett sera spennandi og tað kundi farið báðar vegir, men kvinnurnar hjá ÍF vóru drúgvari. Í øðrum setti vóru kvinnurnar hjá ÍF við yvirlutan so at siga alt settið. Í triðja setti megnaði KÍF als ikki at spæla við, og so kundi ÍF vinna settið sera sannførandi.
Kvinnurnar hjá Drátti kundu havt spart sær siglitúrin um Suðuroyarfjørð, tí dysturin bleiv útsettur, av tí at dómararnir úr Mjølni høvdu sovið yvir seg.