Í fyrradagin vóru tað tíggju ár síðani, at tað varð avgjørt, at nú skuldu leirvíkingar og gøtumenn savna seg í Víkingi.
Í dag var arbeiðsdagur í Sarpugerði. Vøllur, hús og øki fingu ein umgang, eftir at tað varð skipað fyri felags morgunmati.
Í morgin fer flaggskipið at royna seg fyri fyrstu ferð undir leiðslu av nýggja venjaranum og í nýggjari útgávu. Tá fara fleiri, sum í fjør plagdu at spæla leygardag, at spæla við Víkingi ímóti Skála.
Í dag spældi næstbesta liðið á heimavølli ímóti ÍF. Hjá fuglfirðingum eru nýggjar tíðir, nú besta liðið er í næstbestu deildini, og Hegga Samuelsen er nýggjur venjari.
Málið hjá ÍF er at vinna uppflyting í heyst, og í dag løgdu fuglfirðingar bragdliga fyri.
ÍF vann 5-1, eftir at Víkingur hevði verið frammanfyri 1-0 við máli, sum Magnus Heinason skoraði longu í sætta minutti.
So svaraðu gestirnir av álvara aftur og skoraðu fimm ferðir. Eftir fyrra hálvleik var ÍF frammanfyri 3-1.
Hjá ÍF javnaði Arnold Kristiansen beinanvegin eftir heimamálið til 1-1, og níggju minuttir undan steðginum legði hann ÍF framum. Tveir minuttir seinni økti liðformaðurin Bogi Reinert Petersen til 3-1.
Tað fjórða málið skoraði innskifti Dion Splidt, sum fyri fyrstu ferð var á ÍF liðnum, miðskeiðis í seinna hálvleiki, og fýra minuttir undan leikloki setti Frank Poulsen punktum fyri rimmar ÍF sigurin.