ÍF vann toppdystin

Flogbóltur - Tá sørvingar í gjárkvøldið tóku ímóti ÍF, fingu teir bitið rímiliga væl frá sær, til spælandi venjarin tók munnin ov fullan og fyrst fekk gula og síðani reyða kortið

SÍ-ÍF 1-3: (23-25, 25-21, 20-25, 18-25)

Fuglfirðingar eru framvegis við fullari ferð á veg í FM-finaluna hjá monnunum, og hóast teir í gjárkvøldið fingu mótstøðu frá SÍ í Sørvági, vann ÍF dystin 3-1 og er nú seks stig fremst í Eik-liguni. SÍ er hinvegin bara trý stig framman fyri Mjølnir og fimm framman fyri Fleyr, ið bæði skulu spæla ímóti TB um vikuskiftið. Tá kann hugsast, at tann munurin minkar.
Tey bæði fyrstu settini vóru rím­iliga jøvn, men fingu hvør sín vinn­ara. Tí var umráðandi hjá báðum pørtum at vinna triðja sett, men her kom tað at kosta SÍ, at spælandi venjarin, Rajko Petrovic, fyrst grenj­að um ein bólt, sum SÍ vann til 11-11, so hann fekk gula kortið og ÍF stigið til 11-12. Men hann grenjaði víðari og endaði við at fáa reyða kortið, og so var eingin hjálp eftir í honum.
Endin var, at ÍF royndist drúgvari og vann triðja sett, og í fjórða setti var lítil og eingin ivi, so tað koyrdu fuglfirðingar heim. Tí kundu teir fara heimaftur til Fuglafjarðar í nógva vindinum við tveimum stig­um í viðførinum, meðan SÍ sat eftir við ongum – hóast dysturin vísti, at skerda SÍ-liðið ikki enn skal av­skrivast.

Næstu dystirnir
Sum sagt, eru tveir mansdystir um vikuskiftið, tá fyrst Mjølnir í morgin tekur ímóti TB, og síðani TB sunnu­dagin tekur ímóti Fleyr. TB hevur enn ongan dyst vunnið, so tí verða tað væntandi hini bæði, ið fáa stigini og sostatt taka seg nærri sør­vingum.
Hjá kvinnunum eru tríggir dystir sunnudagin, og øll liðini spæla utt­an Mjølnir og Dráttur, ið møtt­ust í vikuni og eru ávikavist fremst og aftast.
Serliga munnu mong eygu fylgja við, hvussu fer at gangast SÍ og Fleyr, ið royna at hanga í Mjølnir, sum í løtuni er trý stig framman fyri hini bæði. SÍ tekur í Sørvági ímóti ÍF og Fleyr hevur heimadyst ímóti KÍF. Triði dysturin er í Trongisvági millum TB og Ternuna.