Flogbóltur, menn
Fuglfirðingar hava fótað sær eftir tapið í steypafinaluni fyri tveimum vikum síðani. Seinastu tveir dystirnar hava fuglfirðingar vunnið sínar dystir og tað vil siga, at teir enn kunnu fáa eitt avgerðandi orð at siga um, hvør skal vinna meistaraheitið í ár. Fuglfirðingar skulu nevniliga í dyst móti Fram í Havn næsta leygardag, og vinna teir tann dystin, spæla teir meistaraheitið upp í hendurnar á Fleyr.
Um vikuskiftið hevði ÍF vitjan av Mjølnir, sum er botnlið í meistaradeildini hjá monnum. Og sjálvt um tað bara er tað eina plássið millum liðini, hevur leikliga gongdin í seinastuni víst, at tað er so stórur munur á leikliga tilfarinum, at ÍF átti at vinna ein rættiliga greiðan sigur.
So einfalt var tað kortini ikki, og tað vóru eisini klaksvíkingar, sum byrjaðu best. Í roynd og veru so væl, at teir vunnu fyrsta sett. Næstu settini vóru tað so fuglfirðingar sum settu dagsskránna og teir vunnu tey trý settini sum eftir vóru. Tó skal sigast, at munurin í øðrum og triðja setti var lítil og at talan tí hevur verði um ein rættiliga javnan dyst.
Nú næstseinasta umfar er farið aftur um, verða eyguni vend móti seinasta vikuskiftinum, har hesi bæði liðini eru ein partur. ÍF skal sum sagt spæla móti Fram, sum er annað boðið upp á ein meistara, meðan Mjølnir skal spæla móti oddaliðnum Fleyr, og tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at gangast.
Tað skal ikki vera nøkur loyna, at tað verður eitt stórt vónbrot hjá Fleyr, um teir tapa dystin móti Mjølnir. Gamaní skulu vit hava virðing fyri Mjølnir og vit skulu eisini hava orðini hjá Jan Hentze í huga, um at Mjølnir altíð stríðist tá Fleyr stendur hinumegin netið. Samstundis skulu vit hava í huga, at Mjølnir longu hevur vunnið ein dyst á Fleyr í hesum kappingarárinum. Vit vita væl, at tað hendi í fyrru hálvu, og at Fleyr hevur vent gongdini síðani, men, men ...
Skráin hjá Fram er ikki stórt øðrvísi. ÍF hevur fleiri ferðir víst, at teir ikki lata seg syfta at størru liðunum, og tí fær Fram ongan lættan dyst næsta leygardag. Yngra havnarfelagið veit tó, at skal meistaraheitið takast frá Fleyr ? og tað er helst einki teir heldur kundu hugsað sær ? so skal dysturin móti ÍF vinnast.
Hyggja vit í bøkurnar, fáa vit at vita, at alt skil sigur, at Fram og Fleyr vinna sínar dystir, og at Fleyr gerst meistari, men, men ...