ÍF hevur havt eitt út av lagi vánaligt kappingarár í Effodeildini, og við 11 stigum upp til bjargingina stevnir liðið beint ímóti næstbestu deildini. Tað fær nú avleiðingar fyri venjaratoymið, Jákup Mikkelsen og Olgar Danielsen.
- Í kvøld mugu vit tíverri boða frá, at samstarvið við venjaraparið hjá fremsta mansliðnum hjá okkum, Jákup Mikkelsen og Olgar Danielsen, er endað. Samstarvið er endað í sátt og semju við allar partar, og skulu vit nýta høvið at ynskja teimum góða eydnu víðari. Somuleiðis vilja vit takka teimum báðum fyri samstarvið, ið vit hava havt við teir, ta tíðina teir hava verið hjá okkum, skrivar heimasíðan hjá ÍF í kvøld.
Málmanslegendan, Jákup Mikkelsen, hevur verið partur av ÍF síðani 2010. Fyrst sum málverji og síðani frá septembur 2015 sum venjari. Hjálparvenjarin, Olgar Danielsen, kom til felagið undan hesum kappingarárinum.
ÍF hevur einans vunnið ein dyst út av teimum 17, sum higartil eru spældir í Effodeildini. Eftir summarsteðgin er tað blivið til trý greið tap – 4-0 ímóti Víkingi, 3-0 ímóti NSÍ og seinast 5-2 ímóti B36.
Tað er framvegis ikki greitt hvør tekur við sum ÍF-venjari restina av kappingarárinum.