ÍF venjarin Flemming Christensen í Føroyum

Flemming Christensen, sum var venjari hjá fótbóltsliðnum í Fuglafirði, vitjar í hesum døgum klettarnar aftur, í samband við Atlantic Fish Fair í Klaksvík.

 

 

Flemming Christensen greiðir frá, at hann er glaður um at vera aftur í Føroyum og kennir seg næstan heima.

 

 

-Tað er ein annar stemningur her, sigur hann.