ÍF við kós móti Europa

Tað var eingin ivi, tá ið fuglfirðingar vunnu trivaligan 3-0 sigur á heimavølli ímóti B71, sum seinna partin av 2. hálvleiki hevði 41 ára gamla superveteranin Eli Hentze á miðvøllinum.

ÍF toppskjúttin, Øssur Dalbúð, skoraði tvey mál, og Bartal Eliasen skoraði fyrsta málið, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.

Úrslitið ber við sær, at B71 nú bara er eitt stig frammanfyri FC Suðuroy, sum vann fulla úrtøku ídag.

Fyri ÍF ber úrslitið við sær, at ÍF á støðutalvuni er ájavnt við Víking, sum er nummar fýra. Bæði liðini hava 40 stig, og málmunurin hjá Víkingi er +9 og hjá ÍF +8.

Fjórða plássið ber atgongumerki til europeiskan fótbólt við sær.

Um tað verður Víkingur ella ÍF, sum fer at vinna fjórða plássið verður ikki minst avgjørt í 27. og seinasta umfari, tá ið hesir báðir grannarnir fara at hittast í Sarpugerði.

Í 26. umfari fær ÍF vitjan HB, og tá fer Víkingur at spæla á útivølli í Vági.

 

 

ÍF-B71 3-0 (2-0)

Dómari: Petur Reinert

1-0: Bartal Eliasen br 26.

2-0: Øssur Dalbúð 31.

3-0: Øssur Dalbúð 72.

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen (Uni R. Petersen, 82.), Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ellingsgaard - Fritleif í Lambanum (Alexander Jovevic, 55.), Karl Løkin - Frank Poulsen (Dánjal á Lakjuni, 62.), Nenad Saric, Andy Olsen - Øssur Dalbúð

Gult kort: eingin

B71: Predrag Markovic - Jóhannes Jensen, Allan Tungá (Ebbe Kristin Thomsen, 65.), Bojan Zivic, Tummas Clementsen (Mads Hentze, 55.) - Marko Stanic, Mikkjal T. Hentze, Høgni Midjord (Eli Hentze, 68.), Danilo Kovacevic - Símun Hansen, Thomas Hans L. Rubeksen

Gult kort: Tummas Clementsen, Símun Hansen

-----------

 

 

 

70 min.

3-0

ÍF hevur beina kós ímóti trimum stigum. Nú er støðan 3-0. B71 hevur havt fólkið frammarlaga, uttan at tað hevur eydnast at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

So var tað, at Øssur Dalbúð, sum var staddur á miðstrikuni, eftir framlegging frá Áka Petersen fekk bóltin, sum hann setti framvið málverjanum og í málið.

3-0 og alt tykist avgjørt í Fuglafirði!

 

---------

 

65 min.

2-0

 

Gongdin er, sum hon var í 1. hálvleiki. B71 hevur havt onkrar møguleikar eftir deyðbóltsstøður, og ÍF hevur verið vandamikið í snarálopum.

 

Í 55. minutti varð Alexander Jovevic innskiftur fyri Fritleif í Lambanum hjá ÍF, og eftir ein tíma var Dánjal á Lakjuni innskiftur fyri Frank Poulsen hjá ÍF.

 

----------

 

 

45 min.

2-0

Hálvleikur

 

Einki bendir á, at sandoyingar skulu fóta sær. Spurningurin er, hvussu tað ávirkar teir, tá ið tað í steðginum frættist, at FC Suðuroy er frammanfyri 1-0 á heimavølli ímóti B68!

 

--------

 

 

Tað er ikki serliga nógv ferð á spælinum í Fuglafirði, har B71 vitjar, og málmøguleikarnir hava ikki verið so nógvir.

ÍF er á odda 2-0, og bæði málini eru skorað eftir deyðbóltsstøður.

Fyrra málið smekkaði Bartal Eliasen í netið umvegis tvørtræið, tá ið hann umsetti brotsspark, og seinna málið setti Øssur Dalbúð í málið við handara stólpan eftir frísparksinnlegg úr vinstru frá Karl Løkin.

 

 

ÍF-B71 (2-0)

Dómari: Petur Reinert

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ellingsgaard - Fritleif í Lambanum, Karl Løkin - Frank Poulsen, Nenad Saric, Andy Olsen - Øssur Dalbúð

B71: Predrag Markovic - Jóhannes Jensen, Allan Tungá, Bojan Zivic, Tummas Clementsen - Marko Stanic, Mikkjal T. Hentze, Høgni Midjord, Danilo Kovacevic - Símun Hansen, Thomas Hans L. Rubeksen