FA Cup umfarið kom bara í helvt

Manchester City, Tottenham og Aston Villa fingu bara javnt, og skulu tískil spæla umdyst. Hetta kemur illa vil hjá teimum, tí skráðin er longu tøtt sum nú er

Fótbóltur

FA Cup er steypakappingin! Nakað soleiðis taka fyrireikarnir til, tá teir skulu lýsa kappingini. Hon hevur eisini havt stóra týdning fyri enskan fótbólt, og fyllir nógv hjá fleiri onglendingum. Men síðani Manchester United í 1999 valdi FA Cup frá, fyri at luttaka í FIFA World Club Cup kappingini, hevur týdningurin av FA Cup fyri oddaliðini bara gingið ein veg. Hvør vann t.d. FA Cup í fjør? Minnist tú yvirhøvur hvør var í finaluni? Ella hvat hon endaði?

Tapa móti Valentine
At vinna FA Cup er ikki nøktandi fyri eitt oddalið longur. Men fyri miðal og botnliðini í Premier League er hetta ein gularót at bjóða áskoðararinum, og ein "snýtivegur" til eitt Euro League pláss. Fyri liðini í lægri deilidinum, er hetta sum eitt lottarí. Fáa tey okkurt av teimum stóru liðnum, so eru nógvir pengar at heinta. Fyri eitt amatør lið at fáa helmingin av áskoðara inntøkinum frá einum dysti á Old Trafford, Anfield ella onkrum øðrum, kann verða munurin lív ella deyða. Tað kom millum annað væl við hjá Scunthorpe, tá Manchester City kom á vitjan.
Eigarin av felagnum segði, at tað munaði ógvuliga væl í annars tóma pengakassanum. At fólki í Scunthorp eisini vóru vitni til, at Gunnar Nielsen sum fyrsti føroyingur nakrantíð kom á bonkin hjá einum Premier League felagi, er so ein onnur søga. Tað hevur eisini hjálpt væl um fíggjarligu støðuna hjá eitt nú Leeds og Reading, sum bæði hava vunnið á stórum Premier League liðum í FA Cup í ár.
Tað sæst eisini aftur á áskoðaratalinum til fleiri av dystinum um vikuskifti. Til dystin millum Manchester City og Stoke var at kalla manntók aftanfyri annað málið. Hóast Bolton fekk vitjan av einum spennandi Tottenham liðið, sum hevur klára seg væl í ár, so var tómt á ovaru hædd á Reebok Stadium. Um tað spælir inn, at tað var Valentines dagur skal so verða ósagt.

Strævnir umdystir
Næstan allir venjararnir í Premier League eru samdir um, at tað eru ov nógvir dystir í einum kappingarári. Tí er tað av stórum týdningi fyri teir, at FA Cup dystirnir ikki enda javnt, tí so verður umdystur. Hetta viðmerktu millum annað Tony Pulis hjá Stoke og Harry Redknapp hjá Tottenham áðrenn dystirnar hetta vikuskifti. Tí var tað eitt sindur komist at av teimum átta dystinum, endaðu fýra við javnleiki. Har í millum dystirnir hjá Stoke og Tottenham.
Tað er ikki óhugsandi, at av teimum fýra venjararinum, ið kempa um fjórða plássið í Premier League, er Rafael Benitez tað fegnast ídag - sjálvt um Liverpool er sligið úr FA Cup. Allir hinir, Harry Redknapp hjá Tottenham, Martin O'Neill hjá Aston Villa og Roberto Mancini hjá Manchester City skulu allir í umdyst fyri at koma víðari til fjórðingsfinalurnar. Tað er lítið at ivast í, at teir høvdu allir tikið fjórða plássið framum eitt FA Cup steyp. Fjórða plássið gevur einki heiðursmerki, men ein kekk uppá væl yvir 200 milliónir krónir.
Bara tíðin fer at vísa, um FA Cup klárar at endurskapa tað serstaka, sum hevur verið rundan um kappingina fyrr. Í løtuni tapur hon kappingina móti Premier League, Champions League og kanska eisini Valentiens degnum.
Annars var tað Chelsea, sum vann FA Cup í fjør. Tað gjørdu teir við at vinna 2-1 á Everton. Louis Saha skoraði eftir bert 25 sekund, men Didier Drogba og Frank Lampard vendi dystin til fyrimuns fyri Chelsea. Visti tú tað?