Enska fótbóltssambandið hevur í dag ákært José Mourinho, venjara hjá Manchester United, fyri at hava viðmerkt dómaraásetingina til dystin millum Liverpool og Manchester United fyri kortum.
Tað kom illa við í Liverpool, at Anthony Taylor, sum býr í nærumhvørvinum kring Old Trafford, varð settur at døma dystin. Tað bleiv José Mourinho spurdur um í tíðindafundinum undan dystin.
Venjarin hjá Manchester United byrjaði við at siga, at hann ikki kundi svara spurninginum, tí hann hevði lært frá fyrr, at tað er ikki lov. Síðani svaraði hann spurninginum, har hann millum annað helt tað var óheppið, at tað nú bleiv lagt eitt so stórt trýst á dómaran.
Nú hevur José Mourinho so møguleikan at læra eina ferð afturat, at tað er ikki lov at tosa um dómaran undan einum dysti í Premier League. Í ringasta føri, so kann venjarin hjá Manchester United fáa bann.
Leggjast kann afturat, at tey flestu eru samd um, at Anthony Taylor kom væl frá uppgávuni á Anfield. Tað helt José Mourinho eisini. Dysturin var eitt stórt vónbrot og endaði við málleysum javnleiki.