Fá línuskip til fiskiskap

Eftir at streymurin hevur verið harður, verður hann nú góður aftur, og veðurútlitini eru hampiliga góð.

 

Tvey línuskip fiska undir Ísland. Tey eru nýliga byrjaði túr og koma neyvan inn at landa í vikuni sum stundar til.

 

Eitt frystilínuskip er í Eysturgrønlandi, og eitt er undir Føroyum.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at restin av línuflotanum liggur við bryggju, men skipini fara útaftur, tá veðrið batnar, og streymurin verður betri.

 

Eftir at streymurin hevur verið harður, verður hann nú góður aftur. Veðrið sær eisini út til at fara at hátta sær betri.

 

Tí vænta tey á Fiskamarknaði Føroya, at nakað verður av útróðri í vikuni sum kemur.