Í brævinum stendur millum annað, at felagið hevur frætt, at Trivnaðarmálaráðið hevur ætlanir um at leggja uppskot fyri tingið um nýggja vanlukkutryggingarlóg ella broytingar í verandi lóg.
Felagið vísir í hesum sambandi á, at limir hjá teimum koma á hvørjum ári út fyri tilburðum, har tey koma undir verandi vanlukkutryggingarlógina. Og at felagði í fleiri førum fær fráboðanir um missnøgd við hvussu vánaliga trygd verandi lóg veitir tí, sum kemur til skaða.
Tí heitir Føroya Arbeiðarafelag bæði á Páll á Reynatúgvu og teir politisku flokkarnar um ikki at leggja nakað lógaruppskot fyri tingið, fyrr enn partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava fingið veruliga møguleika til at kunna seg um og gera viðmerkingar til eitt tíltíkt uppskot.
Føroya Arbeiðarafelag hevur áður víst politisku flokkunum á, at tørvur er á lógarbroytingum, sum veruliga tryggja arbeiðsfólki ímóti teimum fíggjarligu avleiðingunum, um tey koma út fyri vanlukkutilburðum, sum gera, at tey verða fult ella partvíst óarbeiðsfør.
Sum nevnt, so hevur felagið eisini sent brævið til allar teir politisku flokkarnar. Har heita tey samstundis á allar flokkarnar um at arbeiða fyri, onki uppskot verður lagt fyri tingið ella samtykt, fyrr enn partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava fingið møguleika til at koma við teirra sjónarmiðum og viðmerkingum.
Føroya Arbeiðarafelag hevur tó ikki fingið nakað svar frá landsstýrismanninum ella teimum politisku flokkunum enn.