Fáa 200.000 krónir til børn og ung í kreppu

Samgongan hevur broytt meining so ráðgevingin hjá Barnabata til børn og ung dettur ikki niðurfyri kortini

Í gjár varð greitt, at barna- og ungdómsráðgevingin hjá Barnabata fór at niðurfyri.

 

Tú og Eg ráðgevingin, sum hevur ráðgivið yvir 3.000 børnum og ungum hesi síðstu árini, hevur at kalla ligið still seinastu tíðina.


Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum vildi tí hava samgonguna at játta 250.000 krónur til ein samskipara, so at ráðgevingin kundi halda fram.

 

Hesum tók andstøðan undir við, men tað gjørdi samgongan ikki og sostatt varð uppskotið felt.

 

Men nú í kvøld, áðrenn fíggjarlógin varð endaliga samtykt, hevur samgongan broytt meining.

 

Sostatt er nú semja ímillum samgongu og andstøðu at játta 200.000 krónur til barnabata, so at ráðgevingin kann halda fram og tað varð eisini einmælt samtykt í Løgtinginum seint í gjárkvøldið.

 

Les eisini: Børn og ung í svárari neyð fáa ikki hjálp