Fáa 30 milliónir krónur minni í kassan

Nýggjasta inntøkumetingin vísir eitt hall í inntøkunum á 30 mió. kr. samanborið við fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum

Har eru metingarnar serliga ávirkaðar av einari gongd seinastu tíðina við lækkandi meirvirðisgjaldi, kapitalvinningsskatti og brennioljugjaldi, umframt at væntað endurrindan av keyps-mvg verður størri enn áður mett.

Tað sæst í áltinum hjá meirilutanum í fíggjarnevnini hjá Løgtinginum til fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum.

Hartil kemur, at inntøkurnar av tilfeingisgjaldi lækka nakað, um ikki Løgtingið samtykkir uppskot um ætlaðar tillagingar í veiðigjaldslógini. Um hetta uppskot verður samtykt, batnar inntøkumetingin 10 mió. kr., umframt at meira verður goldið í búskapargrunn.

Meirilutin metir, at minka prísvøkstur og útlánsrentur eins og fráboðað hevur verið, samstundis sum lønarskattalætti og lønarhækkingar koma í gildi, so er ikki ósannlíkt, at fólk fara at arbeiða meira og rinda meira skatt enn mett, samstundis sum tað er sannlíkt, at nýtslan aftur fer at hækka komandi ár.

Hetta kann bæði bøta um lønarskatt og avgjøld samanborið við hesa nýggjastu inntøkumetingina hjá Fíggjarmálaráðnum, skrivar meirilutin í fíggjarnevndini.