Fáa avgomul bløð mánadagin

Órógv á suðuroyarleiðini hósdag er ikki nóg mikið at fáa Posta at bera post út fríggjdag ella leygardag ella sunnudag. Suðuroyingar skulu bíða til mánadagin

Av tí at dýri biðidagur er í morgin, varð vikuskiftis Sosialurin prentaður mikudagin í staðin fyri sum vant hósdag. Haldarar fáa vanliga vikuskiftisblaðið við postinum fríggjadag. Hesaferð hava haldarar fingið blaðið við postinum í dag, hósdag.

 

Men soleiðis er ikki í Suðuroy. Av tí at Galaxy ikki hevur siglt vegna veður, so kemur Sosialurin ikki til Suðuroyar fyrr enn í morginári, fríggjamorgun.

 

Og Posta ber ikki post út halgidagar. Tað gera tey heldur ikki leygardag. Og tað gera tey heldur ikki sunnudag. Serliga støðan við suðuroyarleiðini í dag er heldur ikki nóg mikið til, at Posta ger ein serligan innsats soleiðis, at suðuroyingar fáa post hetta vikuskiftið, tí tað er for dýrt, siga tey á Posta.