Sleppa ikki at hava Voxbotn

Stóri konsertdagurin í Havn er enn einaferð avlýstur

– Tað harmar okkum at boða frá, at vit tíanverri ikki fáa loyvi frá myndugleikunum at halda Voxbotn 31. juli.

 

Soleiðis skriva Voxbotn-fyriskipararnir í dag.

 

– Myndugleikarnir hava tó áður kunnað um, at vit kunnu liva sum vanligt í august, og tí er avgjørt, at Voxbotn verður í august. Nærri kunning í komandi viku.

 

Liggur tað ikki fyri til komandi áseting, ber til at fáa atgongumerkið endurrindað. Nærri kunning í komandi viku.

 

– Vit harmast støðuna, men mugu sjálvandi fylgja tilmælunum. Tit kunnu tó gleða tykkum til enn eitt Voxbotn brak, júst sum tit minnast tað, siga tey úr Voxbotn.