Fáa kanska 200 flóttafólk til Føroya

Vit eiga at taka ábyrgd á hesum øki, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður

Milliónir eru flýdd undan krígnum og løgtingslimir halda, at vit eiga at taka okkra part av ábyrgdini

Vit vænta, at vit fara at fáa eini 200 flóttafólk úr Ukraina til Føroya. Tað upplýsir Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í útlendingamálum. Tá ið løgtingið hevði fund í morgun, reisti Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi málið, tá ið hon spurdi landsstýrismannin um hesi viðurskifti.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at størsta avmarkingin fyri at taka ímóti flóttafólkum, er at finna bústað til tey. Men koma nógv fólk til Føroya í einum, eru tað eisini aðrar avbjóðingar, sum skulu loysast, eitt nú skulu børnini í skúla og á dagstovn, tey vaksnu skulu til arbeiðis, og annars skulu tey hava lækna, sosialráðgevera,  sálarfrøðing, og onnur viðurskifti. Tað er eisini ein stór avbjóðingin at fáa tey samansjóðað í tað føroyska samfelagið.

 

Magnus Rasmussen sigur, at í Landsstýrinum hava tey umrøtt at taka 200 flóttafólk til Føroya, men hetta er bara ein meting av, hvat vit klára at útvega innivist til.  Hann sigur, at annars verður arbeitt við at gera eina tilbúgving og samstarv er eisini við hjálparfelagsskapir á økinum.

 

Tingfólk úr øllum flokkum samd um, at vit skulu taka okkara part á hesum økjum. Landsstýrismaðurin sigur, at Reyði Krossur hevur boðað frá, at í løtuni hava tey býli til eini 100 fólk. Annars heldur hann, at tað er ómøguligt at meta um fíggjarligu avleiðingarnar av hesi, men onkur heviur mett 120.000 krónur fyri hvørt fólk, so er talan um 200 flóttafólk, er talan um 24 milliónir – men hetta er mest sum bara eitt skot út í tóman heim, tí tað veldst um, hvussu støðan hjá teimum er, hvussu nógv børn eru, hvussu nógv av teimum vaksnu sleppa til arbeiðis, og, hvussu støðan hjá teimum er.

 

Milliónir eru flýdd undan krígnum og løgtingslimir halda, at vit eiga at taka okkra part av ábyrgdini