Á Fiskamarknaði Føroya hava tey í dag gjørt sínar metingar um, hvussu næsta vika fer at roynast við fiski.
- Eitt ísfiskalínuskip er á Føroyabanka, og eitt er í kantinum á Føroyabanka.
Sagt verður, at skipini fáa mest av hýsu og longu og koma inn at landa fyrst í næstu viku.
Av frystilínuskipunum, sum eru til fiskiskap, eru fimm undir Føroyum, harav eitt er á Føroyabanka, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður hampiligur í næstu viku, og veðrið verður helst brúkiligt.
- So, helst verður nakað av útróðri, men útróðrarbátar hava smáligan fiskiskap, verður lagt aftrat.