Content, sum fer at senda fótbóltsfinaluna leygarkvøldið sleppur hvørki at læna fólk ella útgerð frá Kringvarpinum.
Finalan um Løgmanssteypið, sum síðstu tvey árini er send beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, verður ikki at síggja har, nú hon verður spæld á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan trý korter til átta.
Í staðin verður tað fyritøkan Content, sum Høgni í Jákupsstovu stendur fyri, ið fer at framleiða finaluna, og verður hon send beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum.
Men tað verður uttan nakra hjálp frá Kringvarpinum. Tí Kringvarpið hevur noktað sínum starvsfólkum at hjálpa til við upptøkunum, eins og stovnurin eisini hevur noktað umbøn frá Content um at leiga framleiðslubilin hjá Kringvaprinu. Tí hevur felagið leigað ein framleiðslubil úr Íslandi til endamálið.
Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Høgna í Jákupsstovu