Hvørki strandingar, ella havnarfólk, fara at fáa stuðul úr landskassanum til at byggja stórhøll fyri. Baæði á Strondum, og í Havn, verður arbeitt við ætlanum um at byggja hvør sína risastóra høll, sum skulu vera altjóða viðurkendar til at hýsa landsdystum í hondbólti, og øðrum ítróttargreinum.
Í báðum førum hava tey dúva upp á, at landskassin skal stuðla ætlanini við eini ávísari upphædd. Men tað verður av ongum. Tjóðveldi hevur annars lagt uppskot fyri Løgtingið um at tað almenna skal stuðla eini stórhøll til altjóða hondbóltsdystir, og til annan ítrótt. Men er eitt uppskot, andstøðan tekur undir við – men tað, sum hevur týdning er, at samgongan tekur ikki undir við tí.
Umboðini fyri samgonguna í mentanarnevndini hjá Løgtinginum, nevniliga Beinir Johannesen og Heðin Zachariasenúr Fólkaflokkinum, og Edva Jacobsen úr Sambandflokkinum, halda ikki, at hetta er rætta leiðin at ganga.
Tey vísa á, at vit hava eina skipan, har tey, sum byggja ítróttarhallir, og aðrar bygningar til almannagagnlig endamál, sleppa undan at rinda mvg.
Sostatt hevur Løgtingið eina skipan, har landskassin letur stuðul til slíka bygging. Og tey halda ikki, at tað er ikki rætt, at landskassin skal stuðla eini ávísari verkætlan beinleiðis, framum aðrar verkætlanir. Tey halda tvørtur ímóti, at Løgtingið skal halda seg til skipanini um at stuðla teimum verkætlanum, ið lúka treytirnar um at sleppa undan mvg, tí so eru øll javntsett.
Kortini halda tey, at Landsstýrið eigur at seta seg saman við ÍSF at tosa um, hvussu tað almenna skal stuðla slíkum verkætlanum í framtíðini.