Fáa onki frá FA

Føroya Arbeiðarafelag kann ikki rinda limunum endurgjald fyri 24 tíma arbeðssteðgin 9. januar

Føroya Arbeiðarafelag fer ikki at betala limum sínum endurgjald fyri lønarmissin, sum limirnir høvdu, táið teir løgdu arbeiðið niður í 24 tímar tann 9. januar at mótmæla fíggjarpolitikkinum hjá landsstýrimum.

Ingeborg Vinther sigur, at stjórnin í FA hevur umrøtt spurningin, men er komin til ta niðurstøðu, at tað er ikki ráðiligt at taka henda táttin upp at betala endurgjald, hvørja ferð arbeiðssteðgur er.

Hon sigur, at fer FA undir slíkt, kann tað sláa botnin undan felagnum.

Tí varð avgjørt ikki at betala endirgjald fyri dagin.

Ingeborg Vinther segði, at fyri tað fyrsta var lítið arbeiðið um tað mundi av tí, at so nógv fiskavirki lógu still.

Annars helt hon, at skuldi endurgjald latast fyri dagin, skuldi tað verða lokalfelagið, sum læt endurgjald, tí tað hevur verið tað vanliga.

Hon bleiv eisini spurd, um FA kundi lýsa arbeiðssteðg, uttan at spyrja lokalfeløgini.

Men tað er onki í vegin fyri, segði formaðurin í FA.

Hon segði, at táið styttri arbeiðssteðgir hava verið, hava lokalfeløgini ikki verið kallað saman til fundar.

Øðrvísi er, táið samráðingar hava verið, og verkfall hevur verið uppá tal.

­Tá eru feløgini altíð kallað til fund at viðgera støðuna, segði formaðurin í FA.